Henrietta og Durita í finaluni

bannari
Henrietta og Durita í finaluni
Føroyar eru í finaluni í tvímansleiki hjá kvinnum í borðtennis, tær vunnu greitt á Gotlandi
30.06.2017 - 08:29

Í dag eru hálvfinalurnar og finalurnar í borðtennis á skránni. Og Føroyar hava longu spælt seg í finaluna í tvímansleiki hjá kvinnum. 

Dysturin var í móti Gotlandi, og Føroyar vunnu 3-1 við sett úrslitunum 11-8, 6-11, 11-7 og 11-9.

Durita F. Jensen og Henrietta Nielsen vunnu silvur í Jersey fyri tveimum árum síðani, og nú hava tær sum tað allarminsta vart sítt annað pláss, og hava møguleika at vinna gull.

Síðani 1987 hevur borðtennis verið við á øllum oyggjaleikum uttan í Bermuda í 2013. Úrtøkan hesi árini er 1 gull, 4 silvur og 10 bronsu. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. mai
Gudstænasta úr Glyvra kirkju
175599
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Leygardag 25. mai
Vikan 25. mai 2024
175572
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555