
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Lionel Messi hevur spælt sín síðsta dyst í hvítu og bláu blusuni hjá Argentina.
- Ein avgerð, sum pínur í sálini, skrivar fótbóltsúrmælingurin á Instagram í dag.
- Men tíðin er komin, leggur hann afturat um torføru avgerðina, sum er tikin stutt eftir at pápin, Jorge Messi, doyði 68 ára gamal fyri kortum.
Tá skrivaði Messi, at hann ivaðist í hvussu nógv longur, hann fór at spæla fótbólt.
Sostatt gjørdist síðsti landsdysturin hjá Messi tapið fyri Spania í finaluni um heimsmeistaraheitið í summar eftir eina kapping, har 39 ára gamli tíggjarin hjá Argentina enn einaferð prógvaði sítt virði við átta málum og fýra uppleggum.
Rakk tindunum
Lionel Messi hevur spælt 207 dystir fyri Argentina og skoti 125 mál. Bæði eru met, og HM-kappingin í summar var hin sætta hjá Messi, sum av mongum verður mettur at vera besti fótbóltsspælarin yvirhøvur.
Hann rakk hæddunum og skrivaði fótbóltssøgu í Katar í 2022, tá Argentina vann sítt fyrsta heimsmeistaraheiti síðan 1986. Við sjey málum vóru samanberingarnar við stóra Diego Maradona, sum frá byrjan lógu til vinstra beini, fullkomnar.
Afturat heimsmeistaraheitinum hevur Messi vunnið Copa America tvær ferðir við Argentina.
- Eg svørji, at eg altíð gav alt. Ikki bert seinastu árini, tá vit vunnu, men eisini áðrenn tað. Eg bardist av øllum alvi fyri blusuna, fyri at gleða tykkum og fyri - ígjøgnum fótbólt - at gera tykkum errin av at vera argentinar, skrivar Messi á Instagram.
Messi legði heimin fyri sínar føtur í Barcelona frá 2004 til 2021, tá hann skifti til PSG. Hann umboðar nú Inter Miami í USA, og sigur einki um, hvussu leingi hann fer at halda fram við tí.