NSÍ fekk stigini - misti Petur Knudsen

NSÍ fekk stigini - misti Petur Knudsen
NSÍ var leingi aftanfyri ímóti AB, men vendi dystinum í seinna hálvleiki við málum frá afturvenda Meinhardi Olsen og Peturi Knudsen, sum seinni varð útvístur fyri at kasta seg
Runavíkingar eru nú seks stig frammanfyri KÍ, sum spælir á heimavølli ímóti EB/Streymi í morgin
Mynd: Finnur Justinussen/Leit  
 
30.08.2026 - 19:11

NSÍ vann sum væntað á AB við Løkin, og økti um munin niður til KÍ, men sigurin hjá oddaliðnum kom ikki uttan drama.

Gestirnir, sum spardu fleiri av lyklaspælarunum frá byrjan, løgdu seg nevniliga framum mestsum beinanvegin við máli frá Gunnari Reynslág.

Leiðslan helt til góðir 10 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, tá Mathias Brik Friis gjørdi sjálvmál. 

Afturvendi Meinhard Olsen, sum ikki fær spælt fulla tíð, var sendur á vøllin, tá 68 minuttir vóru farnir, og tríggjar minuttir seinni skoraði hann til 2-1.

Átta minuttir fyri leiklok setti Petur Knudsen punktum við brotssparki, men beint eftir fekk framherjin sítt seinna gula kort fyri at kasta seg og missir tískil heimadystin ímóti Víkingi 13. september.

 

Toftamenn mistu á stokkinum

Botnliðið B68 vitjaði B36 í Gundadali, og hart sperdu toftamenninir vóru nær við at fara við øllum.

Loick Jean Henri Lespinasse legði nevniliga útiliðið framum við brotssparki, tá bert sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, men í yvirtíðini javnaði fyrrverandi B68'arin Ragnar Samuelsen, og liðini fingu eitt stig í part.

Tvey onnur lið í niðurflytingarstríðnum, Skála og 07 Vestur, spældu javnleik undir Mýruhjalla. Høgni Egilstoft Nielsen legði gestirnar á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men Maxwell Michael Effiom javnaði til 1-1 í 33. minutti.

Fríggjakvøldið vann HB 3-1 á Víkingi í Sarpugerði, og í annaðkvøld spæla KÍ og EB/Streymur í Klaskvík.

NSÍ er seks stig frammanfyri klaksvíkingar í toppinum. Í botnstríðnum er B68 niðast við 16 stigum, 07 Vestur hevur 18, EB/Streymur hevur 20, Skála hevur 21 og AB hevur 23 stig.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949