B71 aftur Í bestu deildini eftir 15 ára útlegd

B71 aftur Í bestu deildini eftir 15 ára útlegd
Við 5-3 sigri á B36 tryggjaði B71 sær uppflyting til bestu deildina í mansfótbólti, har sandingar skulu spæla fyri fyrstu ferð síðan 2011
Ovurfegnir sandingar eftir at plássið í Meistaradeildini varð tryggjað í dag
Mynd: Finnur Justinussen/Leit  
 
29.08.2026 - 14:41

B71 skal spæla í bestu mansdeildini í fótbólti eftir 15 ára útlegd.

Fegnu sandingarnir tryggjaðu sær uppflytingina við 5-3 sigri á næstbesta liðnum hjá B36 Inni í Dal í dag.

Tey trý stigini merkja, at B71, sum er fremst í átta stig frammafyri Víking og níggju frammanfyri FC Suðuroy, ikki longur kann enda niðanfyri 3. plássið í 1. deild.

 

 

B71 var á odda við tveimum málum í steðginum, áðrenn útiliðið minkaði um munin. Heimaliðið svaraði aftur við trimum málum á rað - suvereni toppskjúttin í deildini Lucas Ørneborg fekk tvey teirra - áðrenn B36 fekk tvey mál ímóti endanum.

Seks umfør eru eftir at spæla, men fyri sandingar, sum ikki hava tapt síðan í mars, kann hátíðarhaldið so smátt byrja.

 


Obligatoriska liðmyndin varð eisini tikin eftir uppflytingarsigurin á B36. (Mynd: Finnur Justinussen/Leir)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742