Haraldur kongur deyður - Hákun VIII hevur tikið við trónuni

Haraldur kongur deyður - Hákun VIII hevur tikið við trónuni
Landasorg er lýst í Noregi
Hákun kongur og Ingrid Alexandra krúnprinsessa avmyndað á fyrsta ríkisráði við stjórnina fyrrapartin.
Mynd: Lise Åserud/NTB/Ritzau Scanpix  
 
28.08.2026 - 13:32

Haraldur kongur í Noregi doyði í morgun, 89 ára gamal, og Hákun hevur tikið sum við kongur.

Nýggi kongurin hevur kunngjørt kongsnavnið Hákun VIII og slagorðið "Alt fyri Noreg", eins og pápin, abbi og langabbi hansara gjørdu.

Haraldur kongur doyði klokkan fimm minuttir yvir hálvgum seks, føroyska tíð, á ríkissjúkrahúsinum í Oslo.

 


Haraldur kongur var væl umtóktur í Noregi

 

Landasorg er lýst í Noregi, og tað merkist, at fólk eru í sorg. 

Haraldur hevur verið norskur kongur síðani 17. januar 1991.

- Hann hevur verið væl umtóktur kongur, sigur Jógvan Hugo Gardar, journalistur, sum býr í Noregi.

Álitið á kongshúsið er minkað seinastu tíðina, tí ófriður hevur verið um kongshúsið. 

 


Nýggi kongurin hevði fyrsta fundin við stjórnina - ríkisráðið - fyrrapartin. 

 

Millum annað er Mette-Marit, sum nú er norsk drotning, nevnd í Epstein-skjølunum, og hevur lungnasjúkuna, lungnafibrosu.

Eisini er sonur Mette-Marit, Marius Borg Høiby, dømdur fýra ára fongsul fyri tvær neyðtøkur.

- Men Hákun kongur er væl lýddur millum fólk í Noregi, sigur Jógvan Hugo Gardar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Edvard Heen, sum er norðmaður, og sum hevur búð í Føroyum í fleiri ár. Hann var gestur í útvarpsstovuni:

 

28082026_Haraldur_kongur_innslag


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949