Elias og Hákun sigraðu í fyrsta umfari

Elias og Hákun sigraðu í fyrsta umfari
Bæði Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum komu væl frá byrjaní Bundesliguni, tí THW Kiel og Füchse Berlin vunnu sínar dystir á heimavølli
Mynd: THW Kiel  
 
28.08.2026 - 09:39

Bæði Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum kundu fara væl nøgdir av vøllinum í gjárkvøldið.

Bæði THW Kiel og Füchse Berlin vunnu nevniliga sínar fyrstu dystir, tá nýggja kappingarárið í Bundesliguni fór av bakkastokki.

THW Kiel legði fyri á heimavølli ímóti Lemgo. Útiliðið, sum endaði á 5. plássi frammanfyri Kiel í fjør, treiskaðist í eini 40 minuttir, áðrenn Elias Ellefsen á Skipagøtu og teir fóru undan.

Føroyski bakspælarin skoraði fýra mál upp á átta royndir í 35-27 sigrinum hjá norðurtýska stórliðnum.

 


Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel komu væl frá byrjan á heimavølli ímóti Lemgo Lippe, sum endaði nummar fimm í fjør.

 

Fyrri hálvleikur tryggjaði sigurin

Füchse Berlin kom eisini væl frá byrjan við heimasigri á Melsungen. 

Hákun West av Teigum og teir tryggjaðu sær í roynd og veru sigurin í fyrra hálvleiki, sum teir vunnu heili 17-9.

30 minuttir seinni vóru bert tvey mál á muni, men eingin vandi var á ferð hjá høvuðsstaðarfelagnum, sum vann 33-31.

Føroyski høgri vongurin skoraði tvey mál upp á tríggjar skotroyndir. Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf spæla sunnudagin ímóti Rhein-Neckar Löwen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776