Ógegni í rættinum

Ógegni í rættinum
Ógegni ger, at eitt revsimál í Føroya rætti skal viðgerast eina ferð enn
Føroya rættur.
 
22.08.2026 - 09:43


Ógegni ger, at eitt revsimál í Føroya rætti skal viðgerast eina ferð enn.

Ein maður er ákærdur fyri at hava samlegu við gentu, sum var yngri enn 15 ár.

Føroya rættur viðgjørdi málið hósdagin og fyrrapartin í gjár.

Men tá viðgerðin var liðug, boðaði dómarin frá, at viðgerðin kundi ikki brúkast, tí annar dómsmaðurin var ógegnigur.

Hann var við, tá eitt mál um somu gentu var í rættinum.

Ákærdi maðurin noktar seg sekan.

Ákæruvaldið krevur viðgerðardóm.

Nær málið verður viðgjørt av nýggjum er ikki ásett enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713