Niclas Heri Jákupsson velur Sangir úr sínum lívi

Niclas Heri Jákupsson velur Sangir úr sínum lívi
Sum sangari og undirhaldari hevur Niclas Heri Jákupsson roynt eitt sindur av hvørjum. Og hósdagin kl. 17:05 velur hann sangir úr sínum lívi
Niclas Heri Jákupsson
 
20.08.2026 - 10:00

Í sendingini avdúkar Niclas Heri millum annað hvør rockballada skal spælast, tá hann verður jarðaður.

Niclas Heri Jákupsson trein pallin á fyrsta sinni í 1984 og tað var sum trummusláari, sangari og kórsangari í bólkinum Dynamit, sum síðani hevur latið úr hondum fýra heildarútgávur umframt Dynamit Perlur, ið telir størstu hittini umframt nakrar nýggjar sangir, og fløgu- og dvd útgávuna “Vit vilja ongantíð doyggja” við upptøkum frá Summarfestivalinum í 2009.

Seinastu árini hevur Niclas Heri Jákupsson latið úr hondum nýggjar sangir undir egnum navni – og fleiri eru á veg.

Harumframt tók Niclas Heri stig til manskórið Garpar í Sørvági eins og hann eisini eigur hugskotið til eitt nú Sjómannadagin í Klaksvík, Heystfagnaðin á Eiði, og Kópakonuna í Mikladali.

Sangirnir, ið Niclas Heri Jákupsson hevur valt, eru In my life við The Beatles, YMCA við Village People, Come on Eileen við Dexys Midnight Runners, I want to know what love is við Foreigner, Time in a bottle við Tim Croce, Når jeg bliver gammel við Gnags, Smile við Nat King Cole, og Moonlight Sonata eftir Ludwig van Beethoven.

Sangir úr mínum lívi, í dag klokkan 17:05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598