Greining: Føroyar kunnu standa seg uppaftur betur í úrvalsítrótti

Greining: Føroyar kunnu standa seg uppaftur betur í úrvalsítrótti
Føroyar standa seg væl í altjóða úrvalsítrótti, men úrslitini kunnu gerast uppaftur betri, sigur umfatandi greining av føroyskum úrvalsítrótti frá Idan, sum kemur við tilmælum
Mynd: Kollektif  
 
20.08.2026 - 17:33

Føroyar standa seg væl í altjóða úrvalsítrótti.

Nýggj greining, sum Idrættens Analyseinstitut, Idan, hevur gjørt fyri Ítróttasamband Føroya, vísir, at føroyskir úrvalsíðkarar standa seg betur, enn væntast kann av eini smátjóð.

Sterkur felagsskapur, sjálvboðið arbeiði, eldhugi og eftirlagingarføri hava verið avgerandi fyri føroysku úrslitini. Frágreiðingin vísir samstundis, at úrvalsskipanin framvegis er ung og nýggj og hevur fleiri menningarøki, skrivar Ítróttasamband Føroya.

LES FRÁGREIÐINGINA: Elite Sport in the Faroe Island

 

Greið tilmæli

Í fleiri sersambondum er fyrisitingarliga orkan lítil, og í fleiri ítróttagreinum er heimliga venjingar- og kappingarumhvørvið ov lítið til at menna bestu íðkararnar upp á hægsta altjóða stig.

Fráfall í tannárunum er eisini ein avbjóðing, serliga hjá gentum og ungum kvinnum. Idan kemur tí við fleiri tilmælum til føroyskar ítróttamyndugleikar.

 

260820_DV_URVALSITROTT

 

Mælt verður millum annað til, at hækka og tryggjað fíggingina til úrvalsítrótt, stovna føroyska úrvalsmiðstøð, styrkja leiðslu, fyrisiting og venjaramenning og minka um fráfallið og raðfesta kvinnuítróttin.

Harumframt verður gransking, altjóða samstarv og IOC-góðkenning nevnd.

 - Frágreiðingin gevur ÍSF, Úrvali og sersambondunum eitt sterkt vitanargrundarlag at byggja víðari á. Næsta stigið er at gera tilmælini til ítøkilig átøk, sum kunnu gera framgongdina støðugari og meira haldføra, skrivar ÍSF.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776