Clickhaze spælir tvær konsertir afturat í ár

Clickhaze spælir tvær konsertir afturat í ár
Okkurt bendir á, at limirnir í Clickhaze hava fingið blóð upp á tonnina eftir framúrskarandi konsertina, ið bólkurin spældi á G! Clickhaze spælir tvær konsertir afturat í ár
Mynd: Lasse Lagoni  
 
13.08.2026 - 12:05

Fagnaðarorðini mundu ongan enda fingið eftir konsertina, ið legendariski rokkbólkurin Clickhaze spældi á G! festivalinum í ár. 

Konsertin var tann fyrsta hjá Clickhaze eftir 23 ára steðg, men bólkurin spældi betur enn nakrantíð.

Ummælarar nærmast duttu um hvønn annan við lovprísan av konsertini og legendariska bólkinum. 

Frá 'Skirvin flá' førkaðu vit okkum beint inn í stórhittið 'Daylight', ið vísti, at bólkurin eisini dugdi at skriva stórfingin indiepoppløg við altjóða formati. "Holding on to grace, and the beauty of her face" sigur niðurlagið, og tað er vorðið eitt mantra hjá mongum okkara, tí hvat annað er í at gera í hesi umskiftiligu og óstøðugu verð? Tárini trillaðu, og felagssangurin ljómaði. Tað sálmakenda og lovprísandi hevur altíð gingið síð um síð við tað dapra og eksistentialistiskt atfinningarsama í tónleikinum hjá Clickhaze. Har er javnvág í. 

Knút Háberg Eysturstein, Heilabrim

 

LES EISINI: G! 2026: Sorrig og glæde

 


Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

 

Tvær konsertir afturat

Clickhaze boðar nú frá tveimum konsertum afturat í september. 

Fríggjakvøldið 4. september spælir Clickhaze í OY í Havn, og leygarkvøldið 5. september spælir bólkurin konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hendan seinna framførslan er partur av árligu Mentanardøgunum.

Talan er um tvey serstøk høvi at uppliva bólkin aftur á palli.

Atgongumerkini fara til sølu fríggjadagin 14. august á middegi kl 12.00 á ávikavist oy.fo og mh.fo.


Mynd: Lykke Nielsen
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039