Ein stórur bústaður merkir ikki altíð tann besta trivnaðin

Ein stórur bústaður merkir ikki altíð tann besta trivnaðin
Tað sigur Eyðun Eliasen, arkitektur, sum vísir á, at minkar tú húsini nakrar fáar fermetrar, kanst tú spara fleiri hundrað túsund krónur
Heima hjá Eyðuni Eliasen
 
10.08.2026 - 10:00

Húsini hjá Eyðuni Eliasen, ið hann og familjan bygdu á Hvarvinum í Havn, eru eini fjálg og spennandi hús, har ið Eyðun legði seg eftir at tekna eini sethús, sum ikki vóru størri enn neyðugt, og har hann í prosessini støðugt legði seg eftir at tekna tey minni og minni. Og so hevur Eyðun eisini valt tilfar inni í húsinum, sum ikki er tað dýrasta, men sum samstundis riggar væl.

Tað loysir seg at vera nærlagdur og kritiskur og diskutera øll rúmini, tá tú skalt byggja, sigur Eyðun Eliasen, sum leggur afturat, at tað altíð er eitt gott hugskot at kanna, um hvørt rúmið sær kann gerast eitt vet minni, uttan at góðskan gerst minni.


Dømi um góða bústaðarbygging

Tá talan er um væleydnaða bústaðarbygging, nevnir Eyðun Berjabrekku, Tórsbyrgi og nýggja býlingin Dalabúð hjá Bústøðum. Eisini vísir hann á Spittelhof Estate, ið er skamt frá Basel í Sveis, bústaðarøkið Bjørnveien í Oslo í Noreg, og Rokko Housing (Rokko 1) í japanska høvuðsstaðnum Tokyo.

Eyðun heldur eisini, at vit kundu hugt meiri eftir, hvussu bygt verður í Noreg, har ið bæði landslag og veðurlag minnir nógv um Føroyar.

Í samrøðuna spyrja vit eisini, um húsbátar kunnu gerast ein møguleiki í Føroyum.


Serstaka uppgávan

Arkitektarnir fáa eisini eina uppgávu, har ið teir skulu fyrihalda seg til eitt par við tveimum børnum, sum skulu byggja. Tey eiga grundstykki og hava 2,5 milliónir krónur tøkar at byggja fyri. Og so er spurningurin, hvussu Eyðun Eliasen fyriheldur seg til uppgávuna.

Meiri enn tak yvir høvdið, onnur sending í dag klokkan 17:05.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776