Nýggj seinnapartssending byrjar í dag

Um KVFTíðindi
Nýggj seinnapartssending byrjar í dag
Ein tími við góðum práti, summartónum og óvæntaðum innsløgum. Hvønn týsdag, mikudag og hósdag klokkan 13 er Summarbeiti á skránni og fer at leiða lurtararnar gjøgnum summarið
 
07-07-2026

Summarið er komið, og við nógvum góðum summardøgum fyri framman kemur nú eisini nýggj summarsending á skránna. Hvønn týsdag, mikudag og hósdag klokkan 13 eru vertirnir Eyðfinn Jensen og Kristina Sundstein til reiðar í útvarpinum, meðan tú málar húsini, ert til arbeiðis, gongur túr, arbeiðir í urtagarðinum ella nýtur alt tað, sum summarið hevur at bjóða. 

Í Summarbeiti verða góðar samrøður, gestir, sum detta inn á gólvið, frískur summartónleikur og pláss fyri tí óvæntaða, sum hoyrir summarinum til. 

Í sendingini verða eisini spennandi kappingar, har møguleiki verður at vinna góðar vinningar. Sendingin fer eisini út um útvarpsstovuna og á vitjan kring landið. Millum annað verður leiðin løgd fram við G! Festivalinum í næstu viku. 

Summarbeiti byrjar í dag klokkan 13 og verður á skránni alt summarið. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713

Um kvf css