Ung lesa: Nýggj poddvarpsrøð

Um KVFTíðindi
Ung lesa: Nýggj poddvarpsrøð
Nýggj poddvarsprøð í átta pørtum um týdningin av at lesa
Í sendingini fara systrarnar Olivia og Jóna Reinert Joensen saman við Silju Aldudóttir at práta um spennandi bøkur og stór evni sum kærleika, vinarlag, stríð og samleika.
Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen  
 
30-06-2026

Ung lesa er nýggj poddvarpsrøð í átta pørtum, sum verður at hoyra týsdagar klokkan 16.05 í summar. Fyrsti partur verður at hoyra í dag. Tað eru systrarnar Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen, sum práta við Silju Aldudóttur, ritstjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelags, um ungdómsbøkur og annað viðvíkjandi lesing.

Tað hevur stóran týdning at lesa og at lesa á móðurmálinum. Foreldur mugu lesa við børnum, og alt fleiri ung eiga at lesa, tí tað er serstakliga gevandi, lærandi og ikki minst undirhaldandi at lesa - tað eru systrarnar Jóna og Olivia samdar um. Jóna og Olivia lesa nógv, og teimum dáma væl at tosa saman um tað, sum fer fram í bókunum. Tær ummæla eisini bøkur í Strok.

Í sendingini Summarmorgun greiddu tær frá týdninginum av at lesa og um, hvussu tú víðkar sjónarringin. Tá ið tú lesur, skilir tú alt nógv betur, tú lærir nógv um onnur, og tú fært størri innlit í, hvussu onnur hugsa, føla og hví tey gera, sum tey gera, enn tá ið tú til dømis hyggur at einum filmi. Tað er meira spennandi at lesa eina bók, og gerandisdagurin verður lættari, tá ið tú lesur, og so gert tú tær eisini egnar myndir í huganum.


Systrarnar Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen práta við Silju Aldudóttur, ritstjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelags, um ungdómsbøkur.
1820211

Í fyrsta parti av poddvarpinum siga tær eitt sindur um seg sjálvar, og hvørjar bøkur teimum dámar.

Síðani tosa tær um skaldsøguna Rúnaspá eftir Ingun Christensen. Tær tosa um vølvur og skjaldmoyggjar, bókamerki og kort í bókum, kríggj og klandur, trúgv og vald, og ikki minst truplu uppgávuna, sum 14 ára gamla Saga hevur tikið á seg.

Ingun Christensen hevur skrivað bókina, og hetta er fyrsta bókin í trýverkinum Snjómánafólkið.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út.

Silja Aldudóttir er ritstjóri og setur spurningar. Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen eru í panelinum. 

Hoyr Ung lesa her.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777

Um kvf css