Flogbóltskvinnurnar vunnu bronsu

Flogbóltskvinnurnar vunnu bronsu
Føroyska A-landsliðið í flogbólti fyri kvinnur spældi seg til bronsuheiðursmerki í SCA-kapping í Andorra um vikuskiftið
 
29.06.2026 - 18:30

Føroyska a-landsliðið í flogbólti við kvinnum tryggjaði sær í gjár bronsuna í kappingini um SCA meistaraheitið, sum var í Andorra um vikuskiftið.

Mótstøðan í bronusdystinum var millum lítil og ongin, og Føroyar vunnu tryggan 3-0 sigur á Írlandi við settúrslitunum 25-19, 25-10 og 25-19. 

Sostatt vunnu Føroyar bronsu í kappingini, sum var góður uggi fyri mista finaluplássið.

TÍ Føroysku kvinnurnar vóru ivaleyst vónbrotnar av ikki at røkka í finaluna. Hálvfinalan ímóti Skotlandi var bæði jøvn og spennand, og javnbrótari, sum skotar vunnu 15-12, skuldi til fyri at avgera dystin.

Finaluna vann Skotland 3-2 á San Marino og fekk sítt triðja SCA-meistaraheiti á rað.

 

SCA meistarahetið, kvinnur:
Føroyar – Írland 3-0 (25-19, 25-10, 25-19)

 

SCA-meistaraheitið, støðan:

Nr. 1 Skotland
Nr. 2 San Marino
Nr. 3 FØROYAR
Nr. 4 Írland
Nr. 5 Malta
Nr. 6 Liktinstein
Nr. 7 Andorra

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598