Fólk búgva nú aftur í Múla

Fólk búgva nú aftur í Múla
Tað einasti minussið er at vegurin er so ringur, siga Laila og Niklas í Garðinum, sum fluttu til Múla í summar
Niklas og Laila í Garðinum standa á torginum í Múla
Mynd: Gunnar Nolsøe  
 
25.06.2026 - 13:21

Eftir at fólk ikki hava búð í Múla síðani fyrst í 1990-árunum, eru hjúnini Laila og Niklas í Garðinum flutt úr Klaksvíkar kommunu til Hvannasunds kommunu – og orsøkin er, at tey eru flutt til Múla nú tey hava selt sethúsini í Klaksvík og bíða eftir at nýggja íbúðin, ið tey hava keypt, ætlandi verður liðug um ársskiftið.

Okkum dámar væl her norðuri, her er vakurt, nógv fugalív og tað er næstan ikki dagur, at vit ikki síggja onkra haru. Tað einasta, ið er at finnast at, er at vegurin er so vánaligur. Og tí tekur tað eina drúgva løtu at koyra teir umleið 7 kilometrarnar til Múla, siga tey bæði.

Tað eru bara tey, sum hava tilknýti til Múla, ið hava loyvi til at koyra inn í bygdina og hetta virða fólk yvirhøvir, siga Laila og Niklas. Annars eru tað fitt av fólki, ið vitja í Múla, samstundis sum tú ofta sært nógvar bilar á gamla Viðareiðisvegnum, tá sólin setur.

Í summar verður eisini ein stór veitsla hildin í bygdini. Talan er um eitt gullbrúdleyp, ið bæði Laila og Niklas gleða seg til.

Tú kanst hoyra alla samrøðuna við Lailu og Niklas í Garðinum her!

a_1584-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776