Fyrsti brellbitin av "No Rest for the Wicked" sær sera lovandi út

Fyrsti brellbitin av "No Rest for the Wicked" sær sera lovandi út
"No Rest for the Wicked" er danskur-føroyskur-kærleiksræðufilmur, sum gongur fyri seg í Føroyum í 1800-talinum, við Pilou Asbæk og Jegor Venned í høvuðsleiklutunum.
Mannliga føroyska toppmodellin, Jegor Venned, spælir sín fyrsta filmsleiklut í "No Rest for the Wicked"
Mynd: Úr brellbita  
 
19.06.2026 - 13:31

3. september verður danskt-føroyski-kærleiksræðufilmurin "No Rest for the Wicked", sum hevur heimskenda Pilou Asbæk í høvuðsleiklutinum, frumsýndur.

"No Rest for the Wicked" gongur fyri seg í Føroyum í 1800-talinum, og er eitt danskt/føroyskt-samstarv.

Filmurin snýr seg um danska sjónmannin Helge, sum í 1862 bjargar unga føroyinginum Balduri frá druknideyðanum. 

Baldur og mamma hansara geva fremmanda manninum mat og innivist.

Spakuliga blívur gott samband millum Helge og Baldur betur og betur, og tað gevur søguni eina romantiska og ójarðiliga snaring. 

 

SÍ EISINI: Pilou Asbæk verður høvuðsleikari í føroyskum ræðufilmi

 

Nógvir føroyskir leikarar við

Umframt Pilou Asbæk, sum fólk kenna frá "Borgen" og "Game of Thrones", so eru nógvir kendir føroyskir sjónleikarar eisini við. Sofía Nolsøe spælir mamman, meðan Kjartan Hansen og Búi Dam eisini hava berandi leiklutir. 

Í filminum vera eisini føroyingar, ið vit kenna frá øðrum listagreinum, men ikki hava sæð á filmi áður. Mannliga føroyska toppmodellin, Jegor (Egor) Venned, spælir leiklutin sum Baldur "No Rest for the Wicked", og tónlistakvinnan Helena Heinesen Rebensdorf, ið vit kenna betur sum Brimheim, eisini hevur sín fyrsta leiklut.

Brimheim hevur eisini eitt vakur tónlistarligt íkast, sum kann hoyrast í brellbitanum. 

 

SÍ EISINI: Upptøkur í Kunoy: "No Rest for the Wicked"

 

Leikstjórnað hevur Kasper Kalle, meðan leikritið hevur Rasmus Birch skrivað. 

Danski framleiðarin av filminum er Lars Bredo Rahbek, ið eisini eigur hugskotið til filmin. 

Føroyski framleiðarin av filminum er Jón Hammer frá felagnum Kykmyndir. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713