Javnaðarflokkurin á Vágskálini

Javnaðarflokkurin á Vágskálini
Bókin "Eingin dansur á rósum" eftir Peter Old verður ummæld í Vágskálini í dag, mikudagin, kl. 16.05
 
11.02.2026 - 08:30

"Eingin dansur á rósum" eftir Peter Old snýr seg um fyrstu tíðina hjá Føroya Javnaðarflokki frá 1925 til 1936.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, og Ivan Niclasen, søgufrøðingur, ummæla bókina.

Fyrstu javnaðarfeløgini vórðu stovnað í Havn og á Tvøroyri í 1925, og flokkurin gjørdist landsumfevnandi í 1927.

 

Fyrstu tingmenninir

Í 1928 fekk Javnaðarflokkurin fyrstu tingmenninar, Maurentius Viðstein og Petur Mohr Dam, valdar á ting. 

Í 1933 slitnaði millum teir báðar, og Maurentius hvarv úr politikki. Hetta var ein trupul skilnaður fyri hann.

Avgerandi gjøgnumbrotið fekk Javnaðarflokkurin í 1936, tá hann fekk seks tingmenn valdar á ting.

Uni Arge leggur til rættis.

 

Hvat: Vágskálin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudag kl. 16.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713