Grønlendingar gevast í Norðurlandaráðnum fyribils

Grønlendingar gevast í Norðurlandaráðnum fyribils
Muté B. Egede, landsstýrisformaður, góðtekur ikki, at Grønland, Føroyar og Áland ikki sleppa á summarfund hjá norðurlendsku stjórnarleiðarunum
Muté B. Egede er landsstýrisformaður í Grønlandi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.05.2024 - 15:08

Grønland gevst við stjórnarsamstarvinum í Norðurlandaráðnumn fyribils. 

Tað boðar Muté B. Egede, landsstýrisformaður í Grønlandi, frá í dag. 

Orsøkin er, at svenski formansskapurin í Norðurlandaráðharraráðnum ætlar ikki, at Grønland, Áland og Føroyar skulu vera við á summarfundinum hjá stjórnarleiðaranum, sum verður í mai, sigur Muté B. Egede í opnum brævi í dag. 

Les brævið her.

Landsstýrisformaðurin skrivar, at grundgevingin frá formansskapinum er, at fundurin í høvuðsheitum fer at snúgva seg um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, og at Svøriki hevur gjørt av at skipa fyri "óformligum" fundum á hægsta stigi, har uttanríkis- og trygdarpolitkkur verður samskipaður. 

 

Johan Dahl, løgtingsmaður.

 

Johan Dahl, sum er annað løgtingsumboðið í Norðurlandaráðnum, heldur, at Føroyar eiga at taka somu støðu sum Grønland: 

 

07052024_Johan_Dahl

 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV