Uppskot: Vápnahvíld í trimum stigum

Uppskot: Vápnahvíld í trimum stigum
84 daga vápnahvíld, gíslar skulu leyslatast og Gasa skal byggjast upp aftur. Tað er nakað av innihaldinum av uppskotinum um vápnahvíld, sum higartil er komið fram
Palestinar fegnaðust og dansaðu í gøtunum í Rafah, eftir at tað frættist, at Hamas hevði tikið undir við uppskotinum um vápnahvíld
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
06.05.2024 - 22:45

Ein vápnahvíld í trimum stigum. Tað er tað, ið Hamas hevur tikið undir við, eftir at Katar og Eygyptaland løgdu eitt uppskot um avtalu fyri Hamas og Ísrael. Men Ísrael hevur enn ikki góðkent avtaluna.

Fyrsta sig:
- Vápnahvíld í 42 dagar.

- Hamas letur leysar 33 ísraelskar gíslar. Afturfyri skal Ísrael leyslata palestinskar fangar úr ísraelskum fongslum.

- Ísrael tekur seg lutvíst aftur úr Gasa og letur palestinar ferðast frítt norðureftir í Gasa geiranum.

Annað stig:
- Vápnahvíld í 42 dagar afturat við endamáli at finna støðugan frið, tó ikki varandi vápnahvíld.

- Ísrael tekur seg næstan heilt út úr Gasa.

- Hamas letur leysar ísraelskar tiltakshermenn og nakrar hermenn afturfyri, at Ísrael letur leysar fleiri palestinar úr ísraelskum fongslum.

Triðja stig:
- Partarnir leysgeva lík til hvønn annan og farið verður í gongd við at uppbyggja Gasa undir eftirliti av Katar, Egyptalandi og ST.

- Steðga stongsulin av mørkunum til Gasageiran.


Kelda: Reuters

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216