Nøkur hava brúkiligt fiskarí

Nøkur hava brúkiligt fiskarí
Bara garnaskipini og trolbátarnir hava brúkiligt fiskarí í føroyskum sjógvi, sambært Fiskamarknaðinum
Línuskipini eru víða um.
 
06.05.2024 - 06:48

Bara garnaskipini og trolbátarnir hava brúkiligt fiskarí í føroyskum sjógvi, sambært Fiskamarknaðinum.

Allir trolbátarnir eru norðanfyri og fiska tosk og nakað av hýsu og flatfiski. 

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. 

Annað ísfiskalínuskipið er úti.  

Eitt frystilínuskip er við Føroyar, fýra eru við Grønland, og eitt er á Flemish Kap, og eitt er ávegis hagar.

Um útróður verður sagt, at streymurin verður harður, men veðrið verður gott í vikuni, so Fiskamarknaðurin væntar nakað av útróðri. 

Tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva, og ein frystitrolari er við Flemish Kap. 

Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk, og tvey pør fiska gulllaks. 

Tey hava hampiligt fiskarí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216