Keldur: USA steðgað vápnaflutningi til Ísraels

Keldur: USA steðgað vápnaflutningi til Ísraels
Hetta er fyrstu ferð, at USA heldur aftur vápnaflutning til sín tættasta sameinda í Miðeystri
USA hevur fyrr hótt við at broyta politikk sín mótvegis Ísrael, um landið ikki tryggjar sivilfólk og hjálparfólk í Gasa.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.05.2024 - 08:36

Amerikanska stjórnin hevur steðgað einum vápnaflutningi til Ísrael í síðstu viku.

Tað siga tvær ónevndar keldur við amerikonsku tíðindastovuna Axios.

Sambært tíðindastovuni, er hetta fyrstu ferð, at USA heldur aftur vápnaflutningi til ein av sínum tættastu sameindu, Ísrael, síðani kríggið brast á 7. oktober.

Tað hevur loypt hvøkk á ísraelsku stjórnina, skrivar tíðindastovan.

 

USA ikki gjørt viðmerkingar

Hvítu húsini í Washington hava ikki gjørt viðmerking til upplýsingarnar hjá Axios, og tað hava amerikanska verjumálaráðið og ísraelska forsætismálaráðið heldur ikki.

USA stuðlar Ísrael hernaðarliga, fíggjarliga og diplomatiskt, og er týdningarmesti stuðul hjá landinum.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, er sjálvur undir trýsti frá amerikonskum veljarum, sum eru ósamdir um stuðulin hjá honum til Ísrael.

Í februar heitti USA á Ísrael um at veita trygd fyri, at amerikanst-framleiddu vápnini, sum verða brúkt í Gasa, vera brúkt í samsvari við fólkarættin í krígnum. 

Ísrael hevur sent eitt undirskrivað bræv, har tey lova tað.

 

Rafah er illa bumbaður frammanundan, og nú hóttir Ísrael við fleiri álopum á býin í krígnum móti Hamas. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Fyrireika innrás

Ísrael fyrireikar innrás í Rafah, har suðuri í Gasageiranum, har meira enn ein millión palestinar er flýddir til. 

USA sigur, at slík innrás fer at seta ov nógv mannalív í váða. 

Í apríl segði USA eisini, at tað fer at broyta politikkin mótvegis Ísrael, um ongar broytingar síggjast frá Ísrael fyri at tryggja sivila fólkið og hjálparfólk í Gasageiranum.

Í morgun verður sagt, at ísraelska verjan flytur nú burtur sivilfólk úr Rafah í sambandi við hernaðarligt álop, sum er í umbúna.

Tað boðar ísraelska verjan frá á útvarpsrásini hjá ísraelska herinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216