Íslendsk og føroysk skip fáa nógvan svartkjaft

Íslendsk og føroysk skip fáa nógvan svartkjaft
Íslendskur skipari sigur seg ikki vita um so góðan fiskiskap fyrr. Svartkjafturin er nú komin í føroyskan sjógv
Katrin Jóhanna landaði 1820 tons til Havsbrún í síðstu viku. (Savnsmynd)
 
06.05.2024 - 09:24

Íslendingar eru sera væl nøgdir við svartkjaftaveiðuna í ár.

Ein skipari hjá Sildarvinnsluni á Norðfjørðinum sigur við heimasíðuna hjá henni, at hann veit ikki um, at slíkur fiskiskapur hevur verið fyrr.

Teir hava fingið 100 tons um timan. 

Íslendska kvotan er 306.000 tons í ár. Higartil eru fiskað 210.000 tons.

 

Føroysk skip eisini góðan fiskiskap

Føroysku skipini fáa eisini nógvan svartkjaft.

Havsbrún keypti í síðstu viku 1800 tons frá Gamla Jupiter, 1900 tons frá Biritu, 2750 tons frá Tummasi T. - hann landaði tvær ferðir - 2400 tons frá Borgaranum, 1820 tons frá Katrini Jóhonnu og 2100 tons frá Finni Fríða.

Svartkjafturin hevur verið á gráu leiðini sunnanfyri, tað er leiðin, sum bretar og føroyingar eiga, men nú er svartkjafturin komin í føroyskan sjógv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216