Norski uttanríkisráðharrin: Útlit fyri vápnahvíld í Gasa eru vánalig

Norski uttanríkisráðharrin: Útlit fyri vápnahvíld í Gasa eru vánalig
Fleiri uppskot eru gjørd, men eingi framstig eru, sigur Espen Barth Eide
Espen Barth Eide er uttanríkisráðharri í Noregi.
 
30.04.2024 - 08:23

Útlitini fyri, at Hamas og Ísrael semjast um vápnahvíld í Gasa nú, eru vánalig.

Tað sigur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, við norska kringvarpið.

- Fleiri uppskot eru gjørd, og partarnir hava viðgjørt tey. Men skal eg vera erligur, so tykist tað ikki, sum um vit eru á gáttini til framstig, tíverri. Og tað er ræðuligt, tí hvør dagur við ongari vápnahvíld hevur við sær, at fleiri verða dripin, uttan at nøkur framstig eru fyri friði, sigur Eide við NRK.

 

Langt millum partarnar

Langt er framvegis millum partarnar í spurningum um endamálið við vápnahvíldini, sigur Eide.

- Framstig hava verið nú og tá, men vit hava higartil onga avtalu um vápnahvíld, sigur hann.

Norski uttanríkisráðharrin er í løtuni í Riyadh í Saudi Arabia í sambandi við eina friðarætlan fyri Palestina. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297