Óli ímóti Jóhan: Stór føroyingauppgerð í Partille

Óli ímóti Jóhan: Stór føroyingauppgerð í Partille
IK Sävehof og Óli Mittún taka ímóti Flensburg og Jóhan á Plógv Hansen í fjórðingsfinaluni í Evropa League. Hákun West av Teigum og Füchse Berlin spæla heima ímóti Nantes
Óli Mittún og Jóhan á Plógv Hansen hittast í European League í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.04.2024 - 15:26

Stór føroyingauppgerð verður í Partille Arena í dag, har Óli Mittún og IK Sävehof taka ímóti Flensburg og Jóhan og Plógv Hansen í fjórðingsfinaluni í European League.

Hákun West av Teigum og Füchse Berlin spæla eisini fjórðingsfinalu í somu kapping. Týska høvuðsstaðarfelagið tekur ímóti franska liðnum Nantes, sum so seint sum leygardagin vann á PSG í fronsku steypafinaluni.

 

Áskoðaramet í Partille

Stórur áhugi er fyri dystinum millum IK Sävehof og Flensburg, sum hevur fleiri skandinavar á liðnum, millum annað svenska landsliðsspælaran, Jim Gottfridsson.

Sambært portal.fo verður talan um áskoðaramet hjá Sävehof, har Óli Mittún hevur verið stórspælandi síðstu tíðina. Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg mugu kortini metast at vera favorittur í dag í dystinum, sum byrjar klokkan 17:45.

Hans Lindberg spældi á høgra veingi hjá Füchse Berlin í javnleikinum ímóti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Kiel um vikuskiftið. Tískil kann roknast við, at Hákun West av Teigum fær spælitíð í Max-Schmeling-Halle í kvøld. Dysturin ímóti Nantes er klokkan 19:45.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444