H71 tók fyrsta stykkið í stríðnum um at gerast FM-vinnari í manshondbólti

H71 tók fyrsta stykkið í stríðnum um at gerast FM-vinnari í manshondbólti
Hoyvíkingar vunnu á heimavølli fyrsta finaludystin í manshondbólti 31-28, eftir at kollfirðingar vóru á odda 17-16 í hálvleikinum
Ísak Vedelbøl H71
 
22.04.2024 - 10:32

H71 vann fyrstu finaluna í manshondbólti móti KÍF, sum var í Hoyvíkshøllini í gjár. 

Hoyvíkingar vunnu 31-28, eftir at kollfirðingar vóru á odda 17-16 í hálvleikinum. 

Toppskjútti hjá H71 var Bogi Hansen við 13 málum, sjey teirra vóru brotskast, og hjá KÍF var Fríði Weyhe toppskjútti, hann skjeyt sjey mál.

Sostatt er 1-0 til H71 í FM-finaluuppgerðunum millum finalistarnar. 

Ísak Vedelbøl hjá H71 staðfesti eftir dystin, at onnur finalan, sum verður í Kollafirði, helst verður truplari enn fyrsta. 

 

Isak_Vedelsbol_22042024

 

Næsta finalan verður mikukvøldið í høllini í Kollafirði. 

Hagtøl frá fyrstu FM-finaluni kunnu síggjast her. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444