Vikugesturin: Eg eiti Bjarni

Vikugesturin: Eg eiti Bjarni
Bjarni Kárason Petersen er endaður í einum politiskum brennidepli, tí hann hevur sett sær fyri at dagføra fosturtøkulógina
Bjarni Kárason Petersen er higartil yngsti landsstýrismaður í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.04.2024 - 14:05

- Eg fór á Vaglið fyri at vísa, at eg skilji, at har eru onnur sjónarmið.

Bjarni Kárason Petersen er yngsti landsstýrismaður, sum higartil er settur í Føroyum. Tá hann gjørdist landsstýrismaður var hann neyvt 28 ár og 130 dagar, og longu nú hevur hann sett hol á ein tann truplasta poltiska spurningin í Føroyum yvirhøvur.

Hann hevur sett sær fyri at dagføra fosturtøkulógina, soleiðis at kvinnan eigur avgerðina fram til 12. viku. Tað hevur ført til mótmælistiltøk, ella rættari tiltøk "fyri lívi", ið verður borðreitt sum ein andsøgn til tað, sum Bjarni Kárason Petersen stendur fyri. 

Sjálvur viðgongur Bjarni Kárason Petersen, at hann er eitt politiskt menniskja, og at politikkur fyllir mestsum alt í hansara tilveru. Og tað hevur tað gjørt, síðan hann var blaðungur. Hann fer enntá so langt sum at siga, at hann er bæði gamalklókur og politiskt nørdasligur. 

Unnustan er virkin javnaðarpolitikari, og gummarnar at dóttir hansara eru virknar í ávikavist Sambandsflokkinum og Tjóðveldi, og tað er helst ein góð ímynd av, at hann yirhøvur er rúmligur, eisini sambært hansara mótstøðufólkum. 

Men eitt góðtekur hann ikki longur; hann er deyðatroyttur av at vera kallaður Kári, sum hendir mest sum dagliga.

- Eg eiti Bjarni, sigur Bjarni, sum er farin at tala at, tá ið fólk siga hansara navn skeivt.

Hoyr samrøðuna við Bjarna Kárason Petersen, ið var vikugestur í Vikuni.

1668361

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444