Barnaverndin manglar førleikar til familjur við útlendskum uppruna

Barnaverndin manglar førleikar til familjur við útlendskum uppruna
Mál við børnum har annað ella bæði foreldrini ikki eru upprunaføroysk hava tað til felags, at tey eru trupul at handfara, sigur Barnaverndin
 
20.04.2024 - 10:48

Skipanir mugu gerast í barnaverndarhøpi, sum skulu lofta børnum av útlendskum uppruna.

Tað skrivar kommunufelagið í ársfrágreiðingini, sum er almannakungjørd eftir ársaðalfundin í gjár. 

Seinnu árini er talið av fólki við útlendskum uppruna vaksið í Føroyum og tað sæst eisini aftur í barnaverndarmálum.

Tøl frá barnaverndartænastuni vísa, at barnaverndarmál við børnum har annað ella bæð foreldrini hava útlendska bakgrund eru munandi fleiri í mun til talið av børnum, enn talið av barnaverdarmálum við føroyskum børnum í mun til talið av føroyskum børnum - tað vil siga, at børn, sum koma frá familjum við útlendskum foreldri eru yvirumboðaði í barnaverndarmálum.

Tølini eru ikki granskað í mun til álvarsemi ella slag av málum. 

Men starvsfólk hjá barnaverndartænastuni hava ikki førleikar til at handfara familjur við fremmandum máli og øðrvísi mentanum, skrivar Barnaverdarstovan í ársfrágreiðing síni. 

Barnaverndartænasturnar vísa á, at málini við børnum har annað ella bæði foreldrini ikki eru upprunaføroysk hava tað til felags, at tey eru trupul at handfara orsaka av málsligum forðingum og mentanarligum muni, stendur millum annað í ársfrágreiðingini hjá Kommunufelagnum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV