Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli er vaksin 828 milliónir krónur

Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli er vaksin 828 milliónir krónur
Tøl hjá Hagstovuni vísa, at stóri vøksturin í útflutninginum av lýsi og fiskamjøli er orsøkin til samlaði útflutningurin av fiskavørum er vaksin tvey prosent
Mynd: Hagstovan  
 
17.04.2024 - 15:30

828 milliónir krónur er útflutningurin av lýsi og fiskamjøli vaksin, vísa nýggjastu tølini frá Hagstovuni.

Fiskavøruútflutningurin er vaksin 280 milliónir krónur, ella tvey prosent.

Hesin vøkstur stavar serliga frá útflutninginum av lýsi og fiskamjøli, sum vaks ávikavist 402 og 426 milliónir krónur.

 

Samlaði útflutningurin minkaður

Samlaði útflutningurin frá mars í fjør til februar í ár er tó 47 milliónir krónur minni enn undanfarna 12 mánaða skeið. 

Útflutta nøgdin av laksi minkaði 4.082 tons ella fimm prosent, men virðið er áleið tað sama sum í undanfarna tíðarskeiði.

Onnur fiskasløg eru minkað bæði í virði og nøgd, og størsta broytingin í útflutningsvirðinum á toski og makreli, sum minkaði ávikavíst 140 og 192 milliónir krónur.

Hinvegin er vøkstur í bæði virði og nøgd í útflutninginum av sild.

Útflutningsvirðið er vaksið 92 milliónir krónur og nøgdin góð 18 túsund tons, svarandi til 31 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Týsdag 30. apríl
Samværi 033 - at geva út
174140
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283