Nú ber aftur til at fara uttanlands við svartkjafti

Nú ber aftur til at fara uttanlands við svartkjafti
Nógvur svartkjaftur er at fáa í føroyskum sjógvi sunnanfyri
Svartkjaftur.
 
15.04.2024 - 06:41

Nógvur svartkjaftur er at fáa í føroyskum sjógvi sunnanfyri.

Og nú sleppa føroysk skip at landa svartkjaft uttanlands, so tey ikki noyðast at bíða so leingi eftir at sleppa framat í Føroyum.

Kunngerðin um landingar uttanlands fer úr gildi 16.juni.  

Tað hevur verið galdandi nú í nøkur ár, at skip kunnu landa svartkjaft í øðrum londum.

10 føroysk skip landaðu svartkjaft uttanlands í fjør.

Talan var um 21 landingar og 48.000 tons, sum vóru landað í Íslandi, Noregi, Danmark og Írlandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283