Nú koma russisku skipini aftur

Nú koma russisku skipini aftur
Nú russiski fiskiskapurin eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi er byrjaður, kunnu vit aftur vænta at síggja russiskar trolarar í føroyskum havnum
Russiski trolarin Karelia umskipar nú í Kollafirði
Mynd: Vesseltracker.com  
 
14.04.2024 - 15:06

Seinastu dagarnar hevur russiski trolarin Arctica ligið á Kollafirði, har hann hevur umskipað svartkjaft. Í gjár kom so ein annar russiskur trolari, Karelia, á Kollafjørð í somu ørindum.

Føroyski havnastongsulin móti russiskum skipum umfatar ikki skip, ið eru fevnd av verandi fiskiveiðuavtalu millum Føroyar og Russland. Tískil kunnu russisku skipini koma í føroyska havn at umskipa.

Vørn hevur eftirlit við russisku skipunum. Av Vørn verður sagt, at tveir eygleiðarar hava verið umborð á russiska trolaranum í eina viku, áðrenn hann kom til lands, og Vørn hevur eisini havt seks fólk við sum eygleiðarar undir sjálvari umskipanini, sum byrjaði hósdagin, og sum vanliga tekur tríggjar dagar.

Tað hevur verið langt millum russisku trolararnar seinastu tíðina, men russiski fiskiskapurin eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi er nú byrjaður aftur, og tí kann roknast við, at fleiri russiskir trolarar verða at síggja komandi tíðina.

Frá Vørn verður sagt, at tríggjar umskipingar afturat verða í næstu viku, og roknast kann við uppaftur fleiri í vikunum, sum koma. Umskipingarnar verða í Kollafirði, í Runavík og kanska eisini í Klaksvík, verður sagt frá Vørn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283