Vinnuhúsið fegnast um breiða politiska semju um tøkugjøld

Vinnuhúsið fegnast um breiða politiska semju um tøkugjøld
Tørvur er á fleiri slíkum semjum, m.a. á útbúgvingarøkinum, skatta- og avgjaldsøkinum og arbeiðsmarknaðarøkinum, sigur Vinnuhúsið
Samgonguflokkarnir og Sambandsflokkurin hava gjørt semjuna um tøkugjøld í alivinnuni og serskatt.
 
08.04.2024 - 11:53

Vinnuhúsið fegnast um, at politiska skipanin er farin undir at gera breiðar semjur, nú samgongan og Sambandsflokkurin hava gjørt avtalu um nýggja skipan fyri tøkugjøld fyri alivinnuna.

Breiðar politiskar semjur er vegurin fram, sigur Vinnuhúsið, og tørvur er á fleiri breiðum semjum. 

Millum annað á útbúgvingarøkinum, skatta- og avgjaldsøkinum, arbeiðsmarknaðarøkinum, útlendigaøkinum og bústaðarøkinum.

 

Minka um politisku óvissuna

Breiðar semjur minka um politisku óvissuna hjá vinnufyritøkum, sum skulu gera langtíðar íløgur. Fortreytin er sjálvsagt, at politisku flokkarnir kenna seg bundar av semjuni, sigur Vinnuhúsið.

Tað hevði verið ein fyrimunur um fleiri flokkar vóru við í hesi langtíðarsemjuni, heldur Vinnuhúsið. Tað hevði havt við sær, at flokkarnir vandu seg við arbeiðslagið, og samstundis var størri vissa fyri, at langtíðarsemjan varir fleiri samgonguskeið.

Uppskotið um tøkugjald er sent til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 21.apríl.

Samgongan og Sambandsflokkurin hava gjørt uppskotið. Talan er um eina tvíliðaða skipan.

 

 

 

Tøkugjald og serskatttur

Annar parturin er ein nýggj tøkugjaldsskipan. Hin parturin er ein nýggjur serskattur, sum er átta prosent. 

Nýggja skipanin skal koma í gildi 1. januar 2025. 

Uppskotið um serskattin kemur í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297