Nýggja tøkugjaldið gevur kommununum meira í kassan

Nýggja tøkugjaldið gevur kommununum meira í kassan
Uppskotið um tøkugjald er sent til hoyringar
Nýggj skipan um tøkugjald kemur á nýggjárinum.
 
08.04.2024 - 06:09

Kommunurnar fáa meira í sín part, tá nýggja skipanin um tøkugjaldið hjá alivinnuni kemur í gildi.

Tøkugjaldið verður drigið frá, tá skattskylduga inntøkan verður uppgjørd. 

Tá inntøkurnar til landskassan frá tøkugjaldinum minka, samanborið við tað, sum kundi væntast at koma inn við verandi skipan, so merkir tað, at úrslitið hjá vinnuni fyri skatt verður tað størri og at meira verður til kommunurnar í partafelagsskatti, sigur landsstýrið

Uppskotið um tøkugjald er sent til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 21.apríl.

Samgongan og Sambandsflokkurin hava gjørt uppskotið.

Talan er um eina tvíliðaða skipan.

Annar parturin er ein nýggj tøkugjaldsskipan.

Hin parturin er ein nýggjur serskattur, sum er átta prosent. 

Á nýggjárinum

Nýggja skipanin skal koma í gildi 1. januar 2025. 

Uppskotið um serskattin kemur í heyst.

Broytingin merkir, at um úrslitið hjá alivinnuni veksur 147 mió. kr. í 2025, fáa
landið og kommunurnar 27 mió. kr. meira inn í partafelagsskatti, siga tey, sum eiga uppskotið.

Landið fær 70 prosent og kommunurnar 30 prosent. 

Tølini í uppskotinum vísa, at sambært verandi skipan hevði tøkugjaldið blivið góðar 531,7 mió. kr. næsta ár.

Sambært nýggju skipanini verður tað 384 milliónir.

Munurin er góðar 147,6 milliónir.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297