Meiri ferðsla í tunlunum - ferðsluveðhaldið minkar munandi

Meiri ferðsla í tunlunum - ferðsluveðhaldið minkar munandi
Sandoyartunnilin, sum bara hevur verið opin í góðar tríggjar mánaðir, hevur havt væl meira ferðslu, enn væntað var
Ferðslan í Sandoyartunlinum hevur verið meira enn tvífalt so stór, sum roknað var við, tá tunnilin læt upp. (Savnsmynd)
 
03.04.2024 - 18:01

Ferðsluveðhaldið í sambandi við Eystur- og Sandoyartunnilin verður ikki 40 milliónir krónur í ár sum væntað, men væl minni.

Tað er meirferðslan í Eystur- og Sandoyartunlinum, sum ger, at ferðsluveðhaldið minkar.

Sandoyartunnilin, sum bara hevur verið opin í góðar tríggjar mánaðir, hevur havt væl meira ferðslu, enn væntað var.

Í mars koyrdu 919 bilar í miðal um samdøgrið gjøgnum tunnilin. Tað er meira enn tvífalt av tí, sum tunnilsfelagið roknaði við, at ferðslan fór at vera. Felagið væntaði, at miðalferðslan fór at vera millum 300 og 400 bilar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03042024_Teitur

 

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297