Kommunurnar fingu 33 milliónir meira í skatti fyrsta ársfjórðing

Kommunurnar fingu 33 milliónir meira í skatti fyrsta ársfjórðing
Tórshavnar kommuna hevur fingið meira enn helmingin av meirinntøkuni
Klaksvíkar kommuna fekk umleið fýra millónir meira í skatti fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við somu tíð í fjør. (Savnsmynd)
 
03.04.2024 - 13:41

33 milliónir krónur meira komu inn í kommunuskatti fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við sama tíðarskeiðið í fjør. Vøksturin er 5,9 prosent.

Tórshavnar kommuna hevur fingið meira enn helmingin av meirinntøkuni. Tórshavnar kommuna fekk góðar 17 milliónir krónur meira í skatti frá januar til mars samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Vøksturin er 7,3 prosent.

Klaksvíkar kommuna hevði 3,9 milliónir krónur í meirinntøku. Vøksturin var 6,4 prosent.

Í Runavíkar kommunu var vøksturin 3,3 milliónir, sum svarar til 7 prosent.

26 av 29 kommunum fingu meira í skatti. 

Tríggjar kommunur fingu minni í skatti. Tær eru Húsavíkar, Hvalbiar og Sumbiar kommuna.

Les meira her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592