Reiðari: "Vit noyðast at leggja fleiri skip"

bannari
Reiðari: "Vit noyðast at leggja fleiri skip"
Hanus Hansen, reiðari og stjóri í JFK, sigur, at fleiri av hansara skipum eru ikki klár til nýggju kunngerðina um, at alt av fiskinum skal takast við til lands
Tey gomlu skipini hava ikki umstøður at taka slógv.
 
31.03.2024 - 11:47

Ein uppskot um kunngerð, sum er til hoyringar, krevur alt av fiskinum til lands.

Hetta merkir, at bæði høvd, ryggir, fráskurðir, rogn og livur skal takast við til lands, og tað verur bannað at tveita nakað av fiskinum fyri borð aftur.

Kunngerðin skal koma í gildið 1. juni í ár, men tað ber ikki til at lúka krøvini í kunngerðini, sigur Hanus Hansen, reiðari og stjóri í JFK.

"Tey gomlu skipini hava als ikki umstøður at taka slógv. Og eingin prísur fæst fyri tað."

Hetta ger, at menninir umborð noyðast at arbeiða fyri einki, og tað fært tú ongan til, leggurin reiðarin í Klaksvík afturat.

Úrslitið kann blíva, at fleiri skip verða løgd. 

Hanus_Hansen_Hansa

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. mai
Bolero - 26. mai 2024
175611
Sunnudag 26. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
175599
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555