Hampiligt og brúkiligt fiskarí undir Føroyum

Hampiligt og brúkiligt fiskarí undir Føroyum
Partrolarar hava nú hampiligt fiskarí, skrivar Fiskamarknaðurin
Partrolararnir hava nú hampiligt fiskarí.
 
31.03.2024 - 16:14

Partrolarar hava nú hampiligt fiskarí, skrivar Fiskamarknaðurin.

Øll pørini, uttan trý, eru úti.

Tey fáa hvítfisk, mest hvíting, hýsu, longu og tosk. Upsi er ikki nevndur.
 
Allir trolbátarnir eru inni.

Tvey frystilínuskip eru við Ísland, fýra eru við Grønland og tvey eru við Føroyar. 

Um útróður sigur Fiskamarknaðurin, at streymurin er harður og veðrið verður ivasamt vikuni.

Kanska verður nakar útróður vestanfyri, tí liggjandi landnyrðingur verður. 

Fiskaríið er útróðarbátunum er annars brúkiligt. Nógvir fiska við snellu.

Ein ísfiskatrolari er úti. Hann fiskar svartkalva. 

Hinir eru inni.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Tey hava brúkiligt fiskarí. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. juni
Bolero
175977
Sunnudag 2. juni
Guðstænasta í Christianskirkjuni
175974
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947