Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fyri burðardygga aling

Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fyri burðardygga aling
Hiddenfjord er fyrsta alifyritøka í Føroyum, sum hevur ovastu BAP-góðkenning
stjórin í GSA, Wally Stevents, handaði Óla Hansen, sølustjóra á Hiddenfjord, góðkenningina á Seafood Expo North America fyrr í hesum mánaðinum.
 
27.03.2024 - 10:04

Alifyritøkan Hiddenfjord hevur fingið altjóða góðkenning fyri burðardygga aling frá BAP, ið stendur fyri Best Aquaculture Practice.

Við góðkenningini av smoltstøðini á Fútakletti hevur Hiddenfjord nú fýra BAP-stjørnur, sum er fremsta góðkenning frá BAP.

BAP-góðkenningin umrøður fýra høvuðsevni í ábyrgdarfullari aling av fiski og sjógæti, sum eru umhvørvi, samfelag, matvørutrygd og djóraheilsa og -vælferð.

 

Stóran týdning

- Frá kundum okkara vita vit, at BAP-góðkenningin hevur stóran týdning og virkar sum trygd fyri, at alingin fer fram á rættan og burðardyggan hátt, sigur Óli Hansen, sølustjóri í Hiddenfjord. 

- At fáa fjórðu stjørnuna er ikki bara eitt avrik, men vísir eisini á okkara áhaldandi stremban eftir bestu góðsku og burðardygd, sigur hann.

Hiddenfjord er fyrsta alifyritøka í Føroyum, sum hevur ovastu BAP-góðkenning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297