Nýggj tvíkilja latin Hiddenfjord

Nýggj tvíkilja latin Hiddenfjord
MEST hevur smíðað nýggju tvíkiljuna, sum hevur fingið navnið "Heinanøva"
Nýggja tvíkiljan hjá Hiddenfjord eitur Heinanøva
 
23.03.2024 - 12:11

Í november 2023 fekk Hiddenfjord tvíkiljuna "Heldarsgjógv" frá MEST, og í gjár varð enn ein tvíkilja, "Heinanøva", latin alifyritøkuni.

Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 117 á MEST, er 16 metrar long og 8 metrar breið. Hon er útgjørd við tveimum stórum MELCAL kranum, ein við støddini 80 tons og ein á 23 tons, tveimum 500 HK Volvo Penta høvuðsmoturum, einum 250 kW Volvo Penta hjálpimotori og 20 tons deksspæli. Tvíkiljan er útgjørd við eini nótavaskiskipan frá Akva Group – so at báturtin er útgjørdur til eisini at vaska nótir. Báturin hevur tvær síðuskrúvur. Nýggja farið er útgjørt við vesi, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligari nautiskari útgerð.

Heinanøva fær heimstað í Sørvági.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283