Elias Ellefsen á Skipagøtu kosin heimsins besti ungi hondbóltsspælari

Elias Ellefsen á Skipagøtu kosin heimsins besti ungi hondbóltsspælari
Altjóða hondbóltssambandið, IHF, hevur júst kunngjørt, at spælskiparin á føroyska manslandsliðnum í hondbólti, Elias Ellefsen á Skipagøtu, er heimsins besti ungi leikari
Elias Ellefsen á Skipagøtu í holt við at bróta ígjøgnum slovensku vernjuna undir EM í januar
Mynd: Axel Heimken / kolektiff  
 
22.03.2024 - 11:50

Føroyska hondbóltsstjørnan Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum spælir við týska stórfelagnum THW Kiel, var heimsins besti ungi hondbóltsleikari í 2023. 

Hetta bleiv staðfest eftir atkvøðugreiðslu, ið altjóða hondbóltssambandið, IHF, hevur skipað fyri seinastu tríggjar vikurnar. 

IHF skrivar á heimasíðuni, at heiðurin hjá Eliasi kemur í kjalavørrinum av góðu úrslitunum hjá bæði U21-landsliðnum í HM og hjá A-landsliðnum í EM.

Miðsavnandi á ferð føroyinga móti hondbóltstindunum hevur verið stóra stjørnan og spælskiparin 21 ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu. 

 

U21 HM var eitt gjøgnumbrot

Eitt nú kom Elias Ellefsen á Skipagøtu á All-Star-liðið sum spælskipari eftir U21-heimsmeistarakappingina í 2023, tá ið hann skoraði 55 mál.

Harumframt legði Elias upp til 48 mál, ið var so nógv tað mesta, sum nakar annar leikari megnaði undir U21 HM.

Tilsamans var Elias við í 93 málum. 

IHF ger eisini vart við, at Elias Ellefsen á Skipagøta er ein risafyrimynd fyri allar ungar hondbóltsspælarar í Føroyum, tí hann er tann heilt stóra hondbóltsstjørnan millum teir bara 54.000 íbúgvarnar í landinum. 

Og tann sannroynd, at týska stórfelagið THW Kiel keypti unga føroyska spælskiparan er eisini nakað, ið ger, at Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur heiðurin sum heimsins besti ungi hondbóltsspælari í 2023 væl og virðiliga uppibornan, heldur IHF. 



 

22032024_Elias_Skipagotu



Mathias Gidsel heimsins besti

Nevnast kann eisini, at høgri bakkurin á danska manslandsliðnum Mathias Gidsel, ið er liðfelagi hjá Hákuni West av Teigum í týska felagnum Füchse Berlin, vann heiðurin sum heimsins besti mannligi hondbóltsspælari. 

Vinstri bakkurin á norska kvinnulandsliðnum Henny Reistad, ið spælir við danska felagnum Team Esbjerg, er heimsins besti kvinnuligi hondbóltsspælari. 

Og besti ungi kvinnuligi hondbóltsspælarin er Lena Grandveau úr Fraklandi, ið spælir við felagnum Neptunes de Nantes. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297