Brennistøðin á Hjalla skal dagførast

Brennistøðin á Hjalla skal dagførast
Ætlanin um at leggja báðar brennistøðirnar í landinum saman verður av ongum
Brúk er fyri 5,6 milliónir aftrat í ár til brennistøðina á Hjalla.
 
22.03.2024 - 08:24

Tórshavnar kommuna hevur brúk fyri 5,6 milliónum krónum aftrat í ár til brennistøðina.

Málið skuldi viðgerast á býráðsfundinum í gjár, men var tikið av skrá.

Tórshavnar kommuna og IRF hava leingi ætlað at leggja Kommunalu brennistøðina í Havn og IRF saman.

Men hetta verður tó av ongum.

Tórshavnar kommuna ætlar ístaðin at dagføra og brynja renovatiónina til framtíðar avbjóðingarnar á grønu leiðini.

Ætlanin um samanleggingina gjørdu, at Tórshavnar kommuna ikki raðfesti íløgur og útbyggingar á brennistøðini hesi seinastu árini. 

Brúk er tí fyri eykajáttan í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216