Alt slógv í land í Føroyum um seks ár

bannari
Alt slógv í land í Føroyum um seks ár
Nú er langtíðarætlan gjørd, sum skal áleggja føroyskum fiskiførum at avreiða alt lívfrøðiligt tilfar í Føroyum
Millum annað øll høvd skulu í land í Føroyum.
 
22.03.2024 - 06:46

Nú er langtíðarætlan gjørd, sum skal áleggja føroyskum fiskiførum at avreiða alt lívfrøðiligt tilfar í Føroyum.

1. juni 2030 verður kravið 100 prosent.  

Innvølir, ryggur, skræða, høvd og tílikt skulu um bryggjukant í Føroyum.

Uppskotið um kunngerð er sent til hoyringar.

Langtíðarætlanin sigur, at frá 1. juni í ár til 1. juni næsta ár skulu minst 20 prosent um bryggjukant í Føroyum.

Hetta talið veksur so hvørt ár til 1. juni í 2030, tá tað verður 100 prosent.

Undantikin eru veiða til húsbrúks, veiða frá ferðavinnufiskiskapi, veiða, sum ikki skal 
landast í Føroyum, og lívfrøðiligt tilfar frá krabba.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. mai
Gudstænasta úr Glyvra kirkju
175599
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Leygardag 25. mai
Vikan 25. mai 2024
175572
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555