Smyril maskinbrek

Smyril maskinbrek
Í løtuni er óvist, hvussu verður við siglingini um suðuroyarfjørð í dag
Brek er á tí eina motorinum á Smyrli, og í løtuni er óvist, hvussu verður við siglingini á suðuroyarleiðini í dag. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
21.03.2024 - 08:40

Smyril, sum kom av Krambatanga til Havnar í morgun, hevur maskinbrek, og í løtuni er óvist, hvussu verður við siglingini á suðuroyarleiðini í dag, sigur Strandferðslan á heimasíðuni.

Brek er á tí eina motorinum, og fyribils er eingin sigling.

Lýst verður á ssl.fo og á sms-skipanini, um og ella nær siglt verður aftur, sigur Strandferðslan.

Hoyr samrøðu við Niels Juel Arge, stjóra á Strandferðsluni:

 

21032024_Niels_Juel_um_Smyril

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. juni
Bolero
175977
Sunnudag 2. juni
Guðstænasta í Christianskirkjuni
175974
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947