Ferðavinnufelagið: Ferðavinnan er á vandakós

Ferðavinnufelagið: Ferðavinnan er á vandakós
Felagið sigur, at verður uppskotið um burðardygga ferðavinnu samtykt óbroytt, fara Føroyar at hava størsta avgjald í øllum Evropa
Árni Olsen er formaður í Ferðavinnufelagnum.
 
19.03.2024 - 12:20

Verður ætlanin hjá landsstýrismanninum í vinnumálum um at hækka gjaldið hjá útlendskum ferðafólkum veruleiki, fara Føroyar at hava størsta avgjald av sínum slag í øllum Evropa.

Tað sigur Ferðavinnufelagið, sum stúrir fyri, at tað fær stórar avleiðingar fyri ferðavinnuna.

Løgtingið viðger í dag uppskotið um burðardygga ferðavinnu.

Sambært uppskotinum verður gjaldið, sum útlendsk ferðafólk skulu rinda, 225 krónur. Aftrat hesum skulu leggjast 65 krónur, sum øll ferðandi longu nú rinda í ferðaavgjaldi til landskassan.

Føroyska ferðavinnan er á vandakós, sigur Árni Olsen, sum er formaður í Ferðavinnufelagnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19032024_Arni_Olsen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283