Treystitalið í handils- og tilfeingisvinnuni minkar

Treystitalið í handils- og tilfeingisvinnuni minkar
Tilfeingisvinnan boðar frá minni eftirspurningi og størri goymslum av lidnum vørum
Stígur er um at koma í altjóða útboðið av laksi, og tí fer prísurin væntandi at hækka í ár. (Savnsmynd)
 
15.03.2024 - 11:46

Treystitalið hjá vinnuni er lækkað síðani seinastu treystikanning í 2023.

í fjørsummar var treystitalið hjá vinnuni 6, men í januar í ár var tað -1, skrivar Landsbankin í dag.

Í høvuðsheitum er tað treystið í handils- og privatu tænastuvinnuni, umframt tilfeingis- og ídnaðarvinnuni, sum er fallið. Treystið í byggivinnuni er hinvegin framvegis gott.

Tilfeingisvinnan boðar millum annað frá minni eftirspurningi og størri goymslum av lidnum vørum. 

 

Minni kvotur - betri prísur

Sildakvotan og toskakvotan í Barentshavinum eru minkaðar, og tað hevur við sær, at prísirnir á hesum fiskasløgum hækka væntandi í ár. Harumframt væntast stígur í altjóða útboðnum av laksi, ið helst hevur við sær, at laksaprísurin hækkar. 

Húsarhaldini brúka meira pengar uppá gerandisvørur, hóast nøgdirnar eru minkaðar.

Hinvegin er sølan av húsarhaldsútgerð og klæðum minkað í nøgd og virði. Tá ið størri partur av tiltøkupeninginum fer til mat, er minni eftir til aðrar vørur.

MInkandi bjartskygnið hjá tænastuvinnuni kemst av, at privata tænastuvinnan heldur, at sølan seinasta árið hevur ikki verið nøktandi. 

Ferðavinnan sigur, at fleiri ferðafólk hava verið í Føroyum í 2023 enn í 2022, tó er vøksturin ikki stórur. 

 

Byggivinnan hevur framvegis nógv at gera, og ordrabøkurnar eru fullar eitt ár fram í tíðina. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Byggivinnan nógv at gera

Fleiri stórar byggiverkætlanir eru í gongd, og byggivinnan hevur í miðal ordrabøkur fullar eitt ár fram í tíðina. Tað er eitt vet minni enn í seinastu kanning frá juni 2023. 

Búskaparráðið hevur áður gjørt vart við, at tað er óheppið, at tað almenna -  land og kommunur - leggja óneyðugt trýst á byggivinnuna við at fara undir stórar byggiverkætlanir í góðum tíðum, samstundis sum tað privata ger stórar íløgur.

Hetta hevur við sær, at eftirspurningurin hjá tí almenna eftirspurningin eftir arbeiðsmegi í byggivinnuni uppaftur meira. Tað elvir til lønartrýst, og harvið dýrka byggiverkætlanirnar hjá bæði tí almenna og privata.

Hetta hevur eisini við sær, at tað almenna brúkar arbeiðsmegi, ið annars kundi nøktað eftirspurningin hjá tí privata.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297