Nú vilja vestmenningar hava tunnilin

Nú vilja vestmenningar hava tunnilin
Vit vænta, at nógv fólk kemur á tunnilsfund á Miðnámi í kvøld, sigur Marner Joensen, sum er ein av stigtakarunum til bólkin "Ja til Vestmannatunnil"
 
11.03.2024 - 12:28

Tosað hevur verið um tunnilin til Vestmanna í áratíggju. Nú er stundin komin, at farið verður í gongd, sigur eina av stigtakarunum, Marner Joensen. Bygdin er stór og farleiðin mangan hættislig. Tí skipar bólkurin Ja til Vestmannatunnil fyri stórfundi.

Tað hevur onkuntíð verið ført fram, at ein tunnil til Vestmanna er ein luksustunnil, men hetta er ikki ein grundgeving, sum Marner Joensen tekur undir við.

Tað eru nógv, sum hava havt ringar upplivingar um Høgareyn. Tað er eitt Guds undur, at ikki fleiri vanlukkur eru hendar á Vestmannavegnum, sigur hann.

Landsverk hevur gjørt kanningar av lendinum millum Vestmanna og Kvívík, við einum tunnilsmunna omanfyri Kvívík.

Vestmenningar taka ikki undir við hesi linjuføring. Okkara ynski er, at tunnilsmunnin skal vera við Leynar, ger stigtakarin greitt.

1660056

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283