Styrkisambandið við í Small Nations

Styrkisambandið við í Small Nations
Styrkisamband Føroya hevur fingið limaskap í European Small Nations Tournament, og tí kunnu føroyskir vektlyftarar nú kappast fyri Føroyar í Small Nations Cup
Niels Áki Mørk og hinir vektlyftararnir kunnu nú umboða Føroyar til Small Nations Cup
 
27.02.2024 - 09:10

Føroyskir vektlyftarar kunnu nú kappast fyri Føroyar í Small Nations Cup.

Styrkisamband Føroya hevur fingið limaskap í European Small Nations Tournament, sum er eitt fet nærri málinum um limaskap í European Weightlifting Federation, skrivar Styrkisambandið.

Limalondini í European Small Nations Tournament eru Kýpros, Malta, San Marino, Ísland, Luksemburg, Monaco og Føroyar.

Fyrstu ferð Føroyar skal luttaka til Small Nations Cup verður 23. mars í ár, og tað verða Pól Hendrikur Andreasen og Maibrit Reynheim Petersen, sum skulu kappast í Monaco.

FSS hevur fullan limaskap í Nordic Weightlifting Fereration (NWF), og fyribils limaskap í International Weightlifting Federation (IWF), sum loyvir luttøku til NM og HM.
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283