BankNordik 308 milliónir í avlopi í fjør

BankNordik 308 milliónir í avlopi í fjør
Rentuvinningurin í fjør var 90 milliónir størri enn í fyrraárið
BankNordik hevði eitt sera gott ár í fjør. (Savnsmynd)
 
27.02.2024 - 08:14

BankNordik hevði 308 milliónir krónur í yvirskoti í fjør.

Tað verður staðfest í ársroknskapinum hjá bankanum, sum er almannakunngjørdur í morgun.

Sambært bankanum er orsøkin til stóra yvirskotið, at tað gekk væl á stórt sæð øllum økjum í fjør. 

Eitt nú gav rentugongdin bankanum stóran vinning. Heilar 90 milliónir krónur meira í 2023 enn í 2022.

 

80 mió. í vinningsbýti

Til komandi aðalfund fer nevndin í BankNordik at skjóta upp, at lata eigarunum 80 milliónir krónur í vinningsbýti fyri 2023. Tað eru 8,33 krónur fyri hvørt partabrævið.

Vinningsbýtið verður tí 26 prosent av yvirskoti bankans í fjør.

BankNordik hevur annars sett sær sum mál, at 70 prosent av yvirskotinum skal út sum vinningsbýti til eigararnar. 

 

Fíggjareftirlitið kannar bústaðarmarknaðin

Um orsøkina til, at tað IKKI verður gjørt í ár, sigur bankin, at Fíggjareftirlitið er farið at kanna, um bústaðarmarknaðurin og marknaðurin fyri vinnubygningar í Føroyum og Grønlandi er "veludviklet" og "veletableret", sum tikið verður til.

Niðurstøðan av kanningini hjá Fíggjareftirlitinum kann hava við sær, at BankNordik verður álagdur at seta meira av móti tapi á bústøðum og vinnubygningum. Og tað vil so aftur ávirka kapital-grundarlagið hjá bankanum. Sambært fráboðanini frá BankNordik í morgun verður kanningin hjá Fíggjareftirlitinum liðug fyrra hálvár í ár.

 

225-255 mió. í avlopi í ár

Leiðslan í BankNordik roknar annars við, at 2024 verður næstan líka gott sum 2023. Bankin roknar við at hava millum 225 og 255 milliónir í yvirskoti í ár.

Staðfesta yvirskotið í fjør var sum nevnt 308 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216