Ítróttaumhvørvi: Børn og ung skulu kenna seg trygg

Ítróttaumhvørvi: Børn og ung skulu kenna seg trygg
Trygga ítróttaumhvørvið verður nú sett á breddan av ÍSF og FSF, og startskotið ljóðar hósdagin, tá belgiski sefrøðingurin Tine Vertvommen hevur fyrilestur í Smæruni
Tine Vertommen hevur ókeypis fyrilestur í Smæruni í Havn hósdagin kl. 19
Mynd: ÍSF  
 
20.02.2024 - 11:08

Hvussu skapar tú eitt trygt og gott ítróttaumhvørvi fyri børn og ung í Føroyum?

Tann spurningin seta Fótbóltssamband Føroya og Ítróttasamband Føroya á breddan komandi mánaðirnar. 

Startskotið ljóðar hósdagin, tá belgiski serfrøðingurin, Tine Vertvommen, hevur fyrilestur í Smæruni í Havn.

Hon er Phd í tryggum ítróttaumhvørvum og hevur staðið fyri størstu evropeisku kanningini um evnið.

- Á hesum tiltakinum fáa vit grundleggjandi vitan um trygd og trivnað hjá børnum og ungum. Vit hoyra eisini um, hvussu og nær mørkini verða brotin - og hvørjum vit skulu hyggja at fyri at síggja ábendingar um, at børnini ikki kenna seg trygg, skrivar ÍSF.

Fyrilesturin er liður í málinum hjá ÍSF um, at øll skulu kunna íðka og vera partur av ítróttaliga felagsskapinum á hóskandi stigi og undir tryggum kørmum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283