Undirskot av inntøku

Undirskot av inntøku
Tað er ikki rætt, at pensjónistar missa meira enn teir fáa í brennistuðli, heldur landsstýrið. Tí skal inntøkumarkið hækka
Nú skulu pensjónistar ikki longur missa allan brennistuðulin.
 
08.02.2024 - 06:29

Tað er ikki rætt, at pensjónistar missa meira enn teir fáa í brennistuðli.

Tí skal lógin um viðbót til ávísar pensjónistar broytast, ætlar landsstýrið.

Inntøkumarkið skal hækka úr 2.000 krónum upp í 12.600 krónur.

Talan er um nettoinntøku, tá skattað verður eftir kapitalvinningsskattalógini.  

Upphæddin, sum pensjónisturin missir rættin til, er 8.160 kr. um árið í ár.

Hetta merkir, at pensjónistar kunnu hava undirskot av einari inntøku. 

Og tað ber ikki til, heldur landsstýrið.

Nógvar eftirrokningar

Seinastu árini hava óvanliga nógvir pensjónistar fingið eftirrokning í sambandi við viðbót til 
ávísar pensjónistar. 

Hetta eru pensjónistar, sum ikki hava aðra inntøku av týdningi, men eiga partabrøv í peningastovni fyri lutfalsliga smáar upphæddir. 

Hevur pensjónisturin fingið vinningsbýti, til dømis 3.000 kr., skal hann rinda landskassanum  brennistuðulin fyri eitt heilt ár aftur.

Brennistuðulin í ár er 8.160 kr. skattafríar.

Lógarbroytingin verður afturvirkandi til 1.januar í ár.

Eftirrokning fyri árið 2024 verður í 2025. 

Brennistuðulin verður javnaður næsta ár sambært lógini um javningarprosent til almannaveitingar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175931
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175930
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Fótbóltur: Føroyar - Andorra
175932
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867