Ronja og Bjarki vunnu mest

Ronja og Bjarki vunnu mest
Ronja Johannessen og Bjarki Johannesen úr Havnar Fimleikafelag vunnu mest, tá steypakapping í amboðsfimleiki var í FIMI um vikuskiftið
Árliga steypakappingin í amboðsfimleiki var í FIMI um vikuskiftið
Mynd: Føroya Fimleikasamband  
 
05.02.2024 - 13:21

Ronja Johannessen og Bjarki Johannesen, bæði úr Havnar Fimleikafelag, vunnu mest í árligu steypakappingini í amboðsfimleiki.

Tey bæði vóru oftast á sigursskamlinum, tá kappast var í fleiri greinum í FIMI um vikuskiftið.

Hjá kvinnum vann Ronja Johannessen í lopi, forskotnari barr, bita og á gólvi, meðan hon fekk annað plássið á bitanum. Ta greinina vann Sarita Gaardlykke úr Støkk.

Hjá monnum var kappast í seks greinum, og Bjarki Johannesen vann fýra. 

Fimleikarin úr HF vann beinsveiggj, ringar, paralell barr og rekk, meðan Torleivur Christiansen - eisini úr HF - vann gólv og lop. 

Hjá mansunglingum vann Ari Poulsen úr Støkk fimm av seks greinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958